
Í morginári byrjar árliga føroyameistarastevnan í svimjing, ið er hæddarpunktið í heimliga svimjikalendaranum.
Kappast verður í Svimjihøllini í Gundadali hósdag til leygardag við avgerandi juniormeistarastevnu um morgunin, og beinleiðis sjónvarpaðum finalum um kvøldið.
Føroyameistarastevnan er evstamark fyri úttøku til altjóða svimjistevnur í summar, sum í ár umfata EM í Ungarn, EJM í Finnlandi, NMU í Noregi og Small States í Íslandi.
FS hevur 10 luttakarar við í ár, trý av teimum er við fyri fyrstu ferð, og tey eru Anna Larsen, Durita Jógvansdóttir og Bjørt á Tórgarði, hini ið eru við eru Eyðrið Hansen, Poula Øssursdóttir Mohr, Sunleyg Eliasen, Jonna Thomsen, Jóhanna Egholm og Jóhan Heðinsson.